Snellan fiskar bert við botn, ikki uppi í sjónum og ikki makrel og høgguslokk.
Trumlan tekur 300 m nylon 1.8 mm.
Fyri at montera hetta, set streym til snelluna, fest nylon í hjartað og mal trumluni umleið 3/4 umdrejning móti urinum, tá hugt verður frá høgru.
Um nylon fløkist, halt trumluni stillari í umleið 1 sek, so stoppar hon. Fyra at byrja aftur, mal so trumluni aftur 3/4 umdr. móti urinum og so framvegis.
Tá dorg og lodd eru uttanborða, trýst á knøttin longst til vinstru og snellan finnir botn og byrjar at fíla.
3 fíliferðir eru og fílilongdin er stytst við minstu ferð og longst við hægstu ferð.
Knøtturin longst til høgru skal stillast til ta vekt sum man vil hava at merkja at fiskur er á og at snellan skal koma upp.
Við at trýsta á knøttin longst til vinstru steðgar snellan, trýst aftur og hon kemur upp, trýst aftur og hon steðgar og trýst aftur og hon fer niður og so fram vegis.
Snellan heldur loddið umleið ein fót frá botni og leitar eftir botni 6. hvørja ferð.
Um tað grynnist og loddið kemur á botn, so setur hon hægri botn.
Tá snellan kemur upp við fiski, setur hon ikki ferðina upp, fyrr enn hon hevur drigið nakað og slakkar av áðrenn ringurin kemur í rulluna.
Snellan ger eitt langt ljóð, tá fiskur hevur tikið og 2 stutt ljóð, tá dorgin er komin upp.
Um fast gerst í botn, so steðgar snellan eftir umleið 12 sek, bremsar og ger ikki meira fyrr enn trýst verður á knøttin til vinstru.
Snellan koyrir best við 2.5 kg til 3.5 kg loddi.